Vápnahvíld í Gaza byrjar tíðliga í morginári

Ísraelska stjórnin samtykti í gjárkvøldið eina vápnahvíldaravtalu við Hamas. Katar hevur miðlað samráðingarnar.

Bardagarnir í Gaza hava verið síðani oktober 2023. Nógvir íbúgvar eru fluttir úr húsum sínum og búgva í tjaldlegum. - Mynd: Eyad Baba/Ritzau Scanpix

Vápnahvíldin í Gaza millum hernaðarrørsluna Hamas og Ísrael kemur í gildi sunnudagin klokkan 8:30 lokala tíð - 6:30 okkara tíð.

Tað segði ein talsmaður fyri uttanríkisráðið í Qatar á X.

Katar hevur verið meklari í drúgvu samráðingunum um eina vápnahvíldaravtalu millum Hamas og Ísrael.

- Eftir samskipan við partarnar í avtaluni og meklararnar byrjar vápnahvíldin í Gazageiranum sunnudagin 19. januar klokkan 8:30 lokala tíð.

- Vit heita á íbúgvarnar um at taka fyrivarni, vísa størsta varsemi og bíða eftir boðum frá almennum keldum, skrivar talsmaðurin hjá katarska uttanríkisráðnum, Majed al-Ansari, á X.

Avtalan um vápnahvíld og leysgeving av gíslum, sum Hamas hevur í varðveitslu, varð leygarkvøldið endaliga samtykt av ísraelsku stjórnini.

Tað hevði áður verið góðkent av máttmikla trygdarráðnum í Ísrael og av umboðum fyri Hamas.

Avtalan hevur við sær, at fíggindaskapurin í Gaza verður steðgaður fyribils, og at ísraelskar herdeildir taka seg aftur.

Harumframt skal Hamas lata 33 gíslar leysar, sum eru tiknir til fanga í krígsherjaða palestinska økinum.

Hetta skal gerast í fyrsta umfari av vápnahvíldini, sum væntandi fer at vara í seks vikur.

Samstundis fer Ísrael sambært landsins løgmálaráði at leyslata 737 palestinar, sum eru fongslaðir ella á annan hátt varðhaldsfongslaðir í Ísrael.

Hetta er fyrstu ferð í næstan 14 mánaðir, at partarnir eru komnir ásamt um vápnahvíldaravtalu og semju um leysgeving av gíslum.

Hetta hendi í seinasta lagi seinast í november 2023. Tá hevði kríggið í Gaza varað í ein hálvan mánað.

Ísrael fór undir kríggið í Gaza sum svar uppá álopini hjá Hamas á ísraelskar býir, kibbutzir og ein ísraelskan tónleikafestival 7. oktober sama ár.

Tá drap Hamas umleið 1.200 fólk og tók umleið 250 fólk - bæði ísraelar og aðrar tjóðskapar - til fangar.

Sambært ísraelska blaðnum Haaretz eru 98 gíslar eftir í Gaza. Av teimum eru 36 lýst deyð.

Kríggið í Gaza hevur, sambært myndugleikunum í økinum, sum Hamas ræður yvir, kostað fleiri enn 46.000 palestinarum lívið.

 

/Ritzau/

 

Bardagarnir í Gaza hava verið síðani oktober 2023. Nógvir íbúgvar eru fluttir úr húsum sínum og búgva í tjaldlegum. - Mynd: Eyad Baba/Ritzau Scanpix