Varðveiting og menning av vælferðarsamfelagnum

Vælferðarsamfelagið, sum vit kenna og taka fyri givið er komið undir trýst.

 

 

 

Vælferðarsamfelagið er tann samfelagsskipanin, sum tryggjar flestu borgarar best og skapar stabilitet og tryggleika í okkara samfelag. Vit hava eina samhaldsfasta skipan, har eingin borgari skal detta niðurímillum.

 

 

 

Men tíðin stendur ikki í stað og umstøður og tørvur broytast alla tíðina. Og tí mugu tænasturnar tillagast. Samstundis sum okkurt verður lagt afturat, er umráðandi eisini at hyggja eftir, um ikki okkurt eisini kundi verðið broytt ella tikið burtur.

 

 

 

Heilsuverkið og almenna- og eldraøkið eru undir trýsti. Okkum manglar starvsfólk á hesum økjum, bæði læknar og heilsu- og røktarstarvsfólk. Orsøkirnar eru fleiri.

 

 

 

Heilsuverkið og almenna- og eldraøkið hava tørv á fakfólkum og tí er umráðandi, at vit bjóða neyðugu útbúgvingarnar innan heilsu og røkt heilt ella partvís her heima í Føroyum.

 

 

 

Arbeiðsmarknaðurin er upphitaður og tørvur er á arbeiðsmegi allastaðni, so heilsuverkið og almenna- og eldraøkið eru í kapping um starvsfólk við aðrar vinnugreinar. Í kappingini um skikkað starvsfólk, eru góðar lønar- og arbeiðsumstøður týðandi og tað eigur at gerast betri. 

 

 

 

Vit hava eina samhaldsfasta pensjónsskipan og vit skulu tryggja, at pensjónin fylgir lønar- og príslagnum í samfelagnum. Vit mugu ikki gloyma pensjónistarnar, serliga tey, sum ikki hava aðra inntøku enn pensjónina. Tey hava ikki ov nógv at taka av og príshækkingarnar seinasta árið eru steinur oman á byrðu. Eingin skal detta niður ímillum.

 

 

 

Hetta eru tvey dømi. Vælferðarøkið fevnir um stóran part av okkara gerandisdegi, vit hugsa ikki so nógv um tað, tí vit taka tað fyri givið. Vit skulu alla tíðina hugsa, hvat og hvussu vit kunnu gera tað betri, men javnvág skal vera í og tað er týdningarmikið, at tænasturnar vera til gagns hjá tí, sum veruliga tørvar og harvið samfelagnum sum heild.

 

 

 

Við at endurnýggja og menna, varðveita vit okkara vælferðarsamfelag.

 

 

 

Sambandsflokkurin vil varðveita vælferðarsamfelagið.

 

 

 

X við lista B

 

 

 

Fríðgerð Heinesen

 

valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið