Eg eiti Pól Jóhannus, eg eri 18 ár og millum yngstu valevnini, ið stilla upp til løgtingsvalið.
Mín politiska hugsjón er reyð, grøn og litrík, og eg stilli upp fyri Tjóðveldi.
Eg vil eitt samfelag, har ongin dettur niðurímillum, har vit taka ábyrgd av umhvørvinum, og har vit kunnu vera júst tey vit eru.
Fyri meg, er tað sjálvsagt, at vit ungu mugu sita við við borðið har avgerðirnar verða tiknar, tí tað eru vit, sum koma at liva við teimum, og sum hava best innlit í, hvussu vit vilja, at framtíðin sær út.
Vit hava eisini dirvi og áræði, og júst tað er tað stórur tørvur á í politisku skipanini. Vit mugu vera tey, sum leggja trýst á, um vit vilja hava eitt rættvísari og grønari samfelag.
Uttan okkum ungu í løgtinginum kemur ongin bindandi veðurlangslóg. Tí er tað altavgerðandi fyri framtíðina hjá okkum, at tit hesaferð velja eina unga grøna rødd.
Komi eg á ting ætli eg mær hvønn tann einasta dag at vera ein sterk reyð, grøn og litrík rødd.
Pól Jóhannus,
valevni hjá Tjóðveldi