Vel fyri útjaðaran – vel Javnaðarflokkin

Føroyar eru eitt oyggjasamfelag og í dag er tað soleiðis, at Suðuroyggin er tann oyggin, sum er mest fjarskotin frá restini av Føroyum, og sum ikki hevur fast og álítandi samband.

 

Suðuroyggin er tó ikki einasta oyggin í hesi støðu. Tað eru fleiri av smærru oyggjunum, sum eru í somu støðu. Um eitt ár verður koyrandi millum Sandoynna og meginøkið, men enn er eingin ferðaætlan gjørd fyri Heystoynna. Íbúgvarnir í Hestoynni vita ikki, um teir eru keyptir, seldir ella gloymdir, tí eingin í politisku skipanini hevur tikið ábyrgd av hesi farleið.

 

Javnaðarflokkurin fer at arbeiða fyri, at útjaðarin í Føroyum verður javnsettur við restina av Føroyum. Vit skulu ikki hava sersømdir – vit skulu hava javnbjóðis sømdir; eisini íbúgvarnir í Heystoynni.

 

Súsanna Bertholdsen, valevni fyri Javnaðarflokkin