Verkfallið: Taxabilarnir gevast at koyra um kvøldið

Klokkan 18 í morgin gevast taxabilarnir í Havn at koyra.

Taxabilarnir hjá Bil og Auto fara framyvir bara at koyra frá 06 til 18 um kvøldið.

 

Tað er orsakað av verkfallinum. Verkfallið hevur ført við sær, at lítið brennievni er at fáa, og tí royna taxabilarnir nú at spara upp á brennievni.

 

So aftaná klokkan 18 verða bilarnir parkeraðir, støðirnar stongdar, og telefonsvarari verður settur til, frætta vit frá einum av taxastøðunum í kvøld.

 

– Hetta er sera keðiligt fyri ferðafólkini. Tey harmast, tá tey fáa tað at vita, siga tey úr Bil Taxi í kvøld.

 

Tá verkfallið er av, og brennievni aftur fæst sum vanligt, verður aftur koyrt sum vanligt.