VFF Cup: KÍ vann á Víkingi í Klaksvík

Talan gjørdist eisini um heimasigrar til HB og NSÍ í kvøld

Savnsmynd frá 2024

Tríggir dystir vóru leiktir í VFF Cup hjá monnum í kvøld.

 

FM-vinnararnir í 2023, KÍ vann 3-1 á verandi FM-vinnarunum, Víkingi í vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. NSÍ vann grannauppgerð og HB fekk fyrsta sigurin í kappingini.

 

Her eru úrslitini:

 

KÍ-Víkingur 3-1 (2-0)

 

NSÍ-B68 2-0 (2-0)

 

HB-07 Vestur 2-1 (0-0)

 

Støðan:

 

1. NSÍ 10 stig (4 dystir)

 

2. Víkingur 9 stig (4 dystir)

 

3. KÍ 7 stig (3 dystir)

 

4. EB/Streymur 7 stig (3 dystir)

 

5. B36 6 stig (3 dystir)

 

6. TB 4 stig (3 dystir)

 

7. HB 3 stig (4 dystir)

 

8. FC Suðuroy 1 stig (2 dystir)

 

9. B68 1 stig (4 dystir)

 

10. 07 Vestur 0 stig (4 dystir) 

 

Komandi dystir leygardagin 8. februar: HB-Víkingur, NSÍ-FC Suðuroy, B36-TB, KÍ-EB/Streymur og B68-07 Vestur.

 

Kelda: dystir.fo

 

Tveir dystir í VFF Cup, ið skuldu spælast í kvøld vóru avlýstir vegna veður í tí eina førinum, og í hinum førinum vegna skaðar og forfall.

 

Talan var um dystirnar TB-FC Suðuroy og EB/Streymur-B36.

 

 

 

Savnsmynd frá 2024