Seinastu mánaðirnar hevur grøna toymið hjá Vága kommunu gjørt eitt umfatandi viðlíkahaldsarbeiði í viðarlundunum í Miðvági og Sandavági. Hetta arbeiðið er liður í at tryggja trivnaðin hjá trøunum og økja um lívmargfeldið í viðarlundunum.
Í Vága kommunu siga tey, at tá viðarlundir verða plantaðar, byrjar alt við smáum trøum, sum verða sett tætt saman fyri at skapa lívd.
- Men fyri at trøini skulu kunna veksa seg stór og sterk, krevst røkt, ið fevnir um bæði ruddan av grasi og úttynning av trøum. Verður hetta ikki gjørt, verður kappingin um ljós, vatn og tøðevni ov hørð, og ein stórur partur av trøunum doyr.
Grøna toymið Vága kommunu hevur saman við Skógrøkt Landsins arbeitt við at tynna í viðarlundunum.
- Avskornu greinarnar verða ikki burturbeindar, men endurnýttar til kvashegn, sum roynt er at gera í viðarlundini í Miðvági. Slík kvashegn, sum tað verður rópt, skapa bústaðir til fuglar og smádjór og eru eitt týdningarmikið stig fyri at økja um lívmargfeldið í viðarlundunum.
Víst verður á, at í Sandavági eru nýggjar gøtur gjørdar, fleiri ruskspannir settar upp, og nýggj sitipláss úr viðarbulum eru komin, umframt at borð og benkur eru sett upp. Hetta ger viðarlundina til eitt enn meira innbjóðandi stað hjá vitjandi.
##med2##
- Arbeitt verður víðari við at tynna út og seta nýggj trø, runnar og staudir niður fyri at økja fjølbroytni. Hetta kemur ikki bert náttúruni til góðar, men skapar eisini betri møguleikar fyri menniskju at njóta náttúruna.
Í Vága kommunu siga tey, at nú jólini nærkast, verða viðarlundirnar báðar pyntaðar, og tær fáa soleiðis ein eyka hugnaligan jólastemning.
- Viðarlundirnar í Miðvági og Sandavági eru eitt dømi um, hvussu náttúrurøkt og burðardygd kunnu skapa grønar oasir og góðar lívsumstøður fyri bæði smádjór, fuglar og fólk, verður lagt aftrat