Montenegro vóru aftur ov sterkar fyri føroyska kvinnulandsliðið.
Seinnapartin tapti føroyska kvinnulandsliðið 1-5 fyri Montenegro á útivølli.
Tað vóru tó Føroyar, ið løgdu seg á odda 1-0 við einum dreymahøggi hjá Sunnivu Willemoes frá 24-25 metra fjarstøðu.
Montenegro var tó á odda 2-1 í steðginum, og í seinna hálvleiki øktu teir um leiðsluna. Onkur av málunum burdu tó verið fyribyrgd.
Montenegro var betra liðið á degnum, men Heidi Lava Elgeirsdóttir, viðmerkjari hjá KVF helt í dystarfrásøgnina hjá KVF, at sigurin var tvey mál ov stórur.
Hagtalsliga var Montenegro greitt omaná, sum tað sæst her:
##med2##
HER ber til at síggja málini. Føroyar skutu um ikki annað nógv tað vakrasta málið í dystinum:
##med3##
Grikkaland vann á útivølli 3-0 á Andorra. So Montenegro og Grikkaland hava seks stig, og Føroyar og Andorra hava einki stig í undanbólki 3 í deild C aftaná tvey umfør.
31. mai hava føroysku kvinnurnar dyst á heimavølli móti Andorra, ið tapti 1-6 fyri Montenegro. Tá verður besta høvið at fáa stig í EM-undankappingini.