VIDEO: Tað var eisini Ronaldo selfie-rok á Tórsvølli í 2016

(Video) Fyri skjótt átta árum síðani var tað ein selfie-veiðimaður úr Runavík, ið rann inn á Tórsvøll fyri at taka eina selfie við Cristiano Ronaldo

Selfiemyndin frá 2016

10. oktober høvdu vit fína vitjan á Tórsvølli.

 

Portugal við Cristiano Ronaldo vitjaði á Tórsvølli í HM-undankappingardysti, og tað hevði við sær ein fullsettan Tórsvøll.

 

Frammanfyri 4.748 áskoðarum vann Portugal 6-0 á Føroyum. Cristiano Ronaldo skoraði til 5-0.

 

Táið seinni hálvleikur ímillum Føroyar og Portugal var um at verða bríkslaður í gongd, var eitt sindur av órógvi á vøllinum. Orsøkin var, at ein áskoðari rann inn á vøllin og vildi hava eina selfie saman við Ronaldo. Tað fekk hann. Tað prógvaði hann sjálvur - tann, sum rann inn á vøllin. Talan var um ein ungan mann, ið eitur Ernesto Ferrari Henriquez. Hann var tá 17 ára gamal og búsitandi í Runavík.

 

Ernesto var skjótur at leggja myndina úr á Facebook, sum hann fekk saman við Ronaldo. Hann var errin av myndini og skrivaði: "Best day of my life".

 

Løgreglan segði tá, at hetta sum so ikki var ólógligt sæð við teirra eygum. Ernesto varð tó burturvístur av Tórsvølli, og starvsfólkini hjá FSF og Tórsvølli vóru sera hørm um, at tann tá 17 ára gamli selfie-veiðumaðurin slapp framvið vaktunum.

 

Fyrrakvøldið var Cristiano Ronaldo plágaður av seks selfie-veiðumonnum. 

 

Fyrsti ferð tað hendi undir dystinum í innleiðandi EM-bólki F millum Portugal og Turkaland í Dortmund var tað meira hendiligt, og 10 ára gamli drongurin, Berat slapp við einari ávarðing fyri at renna inn á vøllin fyri at taka eina "selfie" saman við heimsstjørnuni, Cristiano Ronaldo.

 

Cristiano Ronaldo var í hesum førinum við upp á tað, og 10 ára gamli Berat fekk eitt ótrúligt minnið fyri lívið.

 

Men so bleiv tað tann reini sjónleikur. Heili fimm vaksnir - á pappírinum, ið hvussu er - persónar runnu inn á vøllin fyri at taka eina "selfie" saman við Ronaldo, og hvørja ferð bleiv dysturin steðgaður. Ronaldo sum dugdi at bera yvir við einum 10 ára gomlum dreingi helt ikki, at hetta var nakað at standa model til, og nú ætlar evropeiska fótbóltssambandið, UEFA, at slíkt ikki sleppur at endurtaka seg undir EM-endaspælinum. 

 

Kelda: Faroesoccer

 

HER ber til at síggja eitt videobrot tikið upp á Tórsvølli 10. oktober í 2016, tá tann tá 17 ára gamli Ernesto úr Runavík fekk eina selfie við Cristiano Ronaldo:

 

##med2##

 

 

 

 

 

Selfiemyndin frá 2016