Vatikanið skiftir til sólorku

Í framtíðini verður Vatikanið heilt rikið við sólorku.

Sambært tíðindastovuni dpa sigur Frans pávi frá hesum í einum brævi, sum ber yvirskriftina: "Bróðir Sol".

Pávin skrivar, at hann hevur avgjørt, at ein sóllund skal byggjast á einum stykki, sum Vatikanið eigur uttan fyri italska høvuðsstaðin, Rom.

Den er staðsett í Santa Maria di Galeria.

- Vit noyðast at skfita til eina burðardygga menningarskipan, sum kann minka um útlátið av vakstrarhúsgassum, skrivar hann.

Pávin sigur ikki, nær sóllundin verður liðug.

Ella nær alt Vatikanið bert er rikið av sólarstrálunum.

Pávin hevur fyrr lagt stóran dent á veðurlags- og umhvørvisvernd.

Hann hevur eisini tosað um elbilar, og her gongur kanska ikki heilt so skjótt.

Í 2024 lýsti hann, sambært dpa, at hann hevur avgjørt, at allur flotin av Vatikanbilum verður elbilar.

Men ikki fyrr enn frá 2030.

/ritzau/