Adrian R. Justinussen spældi allan dystin, og Daniel Johansen slapp ikki upp í part, tá Hillerød á heimavølli ígjár spældi javnleik 2-2 móti Hobro í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Stutt undan steðginum javnaði Adrian til 1-1 við einum dreymafrísparki. Seint í seinna hálvleiki hendi tað margháttliga, at Gregers Arndal-Lauritzen hjá Hillerød fyrst gjørdi sjálvmál, men gjørdi síðani skaðan góðan aftur í yvirtíðini við at javna til 2-2.
Hillerød-Hobro 2-2 (1-1)
0-1 Frederik Christensen (14.)
1-1 Adrian R. Justinussen (43.)
1-2 Sjálvmál (82.)
2-2 Gregers Arndal-Lauritzen (92.)
HER ber til at síggja málini frá dystinum:
##med2##