VIDEO: Svøríki skoraði 47 mál móti Turkalandi

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Turkaland-Svøríki 19-47 (12-25)

Svøríki sum var í okkara EM-undankappingarbólki hevur vunnið seg víðari í millumumfarið í EM-endaspælinum.

 

Í Debrechen í Ungarn vann Svøríki í dag ein knúsandi 47-19 stórsigur á Turkalandi í bólki A. Í steðginum var Svøríki á odda 25-12.

 

Nathalie Hagman var toppskjútti hjá Svøríki við 11 málum. Johanne Bundsen í svenska málinum hevði eitt bjargingarprosent sum var 56.

 

Í sama bólki vann Ungarn 29-19 (11-10) á Norðurmakedonia. Ungarn vinnur sostatt bólk A við seks stigum. Svøríki hevur fýra stig, og Norðurmakedonia og Turkaland hava eitt stig hvør. Ungarn tekur tvey stig við sær til millumumfarið.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá Eurohandball frá dystinum Turkaland-Svøríki 19-47 (12-25):

 

##med2##