Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel tóku leygarkvøldið móti botnliðnum, Erlangen á heimavølli í Wunderino-høllini í Kiel.
Í fyrra hálvleiki sást tað ikki, at Erlangen liggur triðaftast í bundesliguni. Í steðginum var Erlangen á odda 16-12.
THW Kiel var tó omaná í seinna hálvleiki, og tað eydnaðist Kiel at vinna dystin 31-27.
Elias spældi ikki tann størsta leiklutin í dag, men hann skoraði so eitt mál og legði upp til eitt mál í dystinum.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum. Elias sæst við nummar 71 á rygginum:
##med2##