Víkarvegurin fær nýtt asfalt

Fyrst verður gamla asfaltið tikið av, áðrenn nýtt asfalt verður lagt á.

 

Í gjár vistu tey í Kvívíkar kommunu at siga, at Víkarvegurin í bygdini nú verður asfalteraður.

 

Arbeiðið er farið í gongd, og fyrst verður gamla asfaltið tikið av, áðrenn nýtt asfalt verður lagt á aftur.

 

Í Kvívíkar kommunu siga tey, at vegurin í dagtímunum helst verður stongdur í einar tríggjar dagar.

 

Sambært kommununi verður vegurin stongur frá klokkan 09 til klokkan 16, meðan arbeiðið verður gjørt.