Víkingur vann fyrsta stigið ímóti B71

1. DEILD: Í Leirvík vórðu bæði málini skorað undan steðginum

Tað endaði 1-1, tá ið teir næstbestu hjá Víkingi í dag høvdu vitjan av B71. Úrslitið var 1-1, og bæði málini vórðu skorað í fyrra hálvleiki. Víkingur setti hol á, tá ið eitt stórt korter var farið. Málskjútti var Jákup Andrias Thomsen. Hetta var fjórða ferðin, at 19 ára gamli Jákup Andrias Thomsen í ár var málskjútti á næstbesta liðnum, har hann higartil í ár hevur verið ein tann drúgvasti.

 

B71 javnaði dygst undan steðginum. Málskjútti var Jonas Warner. Hann flutti í summarsteðginum aftur til B71, eftir at hann fyrr í ár royndi seg við B68. Hann hevur verið við í sjey dystum, og í dag var hann fyri aðru ferð í ár B71 málskjútti.

 

Hóast Víkingur er á triðja plássi við 41 stigum, og B71 er á fimta plássi við 32 stigum, so bjóðaði B71 av álvara av á Brekkuni Stóru í Leirvík.

 

Nú hava hesi bæði liðini spælt tríggjar ferðir ímóti hvørjum øðrum í ár, og tað eydnaðist ikki Víkingi at vinna fulla úrtøku. Í fyrsta dystinum vann B71 4-2 á útivølli, og so vann B71 3-0 á heimavølli.

 

Í dag noyddist B71 at skifta málverja, tá ið ein stórur hálvur tími var farin. Tá fór Klæmint Olsen av vøllinum, og i hansara stað kom Terji Brynjarsson.

 

Um eina viku fær B71 vitjan av EB/Streymi, og Víkingur fer at spæla á útivølli ímóti Skála.