Vil vita nær koyrandi verður gjøgnum Dalstunnilin

Tingmaður fregnast nú um, nær koyrandi verður gjøgnum Dalstunnlin

Tað er Sólvit Nolsø, tingmaður fyri Framsókn, sum eisini er ættaður úr Dali, sum hevur reist málið sum ein grein 52a fyrispurning til landsstýrismannin í samferðslumálum, Dennis Holm.

Sólvit Nolsø spyr ítøkiliga hesa spurningar:

1. Nær í 2025 verður koyrandi í Dalstunlinum?

2. Verða tilhoyrandi arbeiðir sum installatiónir, ljós, asfaltering v.m. eisini liðug í 2025?

Í viðmerking til spurningin vísir Sólvit Nolsø á, at í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2025 stendur, at í ár skal arbeiðið í Dalstunlinum gerast liðugt.

– Tað stendur eisini, at í 2025 verður arbeitt við tekniskum installatiónum, trygdarútgerð, ljósi, asfaltering og at rigga byggipláss, tyrvingarpláss og annað av. Hátíðarhald var í Dali í november 2023, tá tunnilin var skotin ígjøgnum.

– Arbeiðið at gera tunnilin kláran til gjøgnumkoyring gongur, sum skilst, væl. Enn er tó einki fráboðað frá Landsverki ella ráðnum um eina endaliga dagfesting fyri almennari upplating, sigur løgtingsmaðurin, sum eisini heldur, at tað hevði verið áhugavert at frætt um, hvussu gongur við tilhoyrandi uppgávum sum trygd, ljósi og niðurlegging av byggiplássi.

Landsstýrismaðurin hevur tvær vikur at svara spurninginum.

 

##med2##

##med3##

##med4##