Kinesiska skipið, Yi Peng 3, er undir illgruna fyri at hava eitt hvørt við tvey kaðalslit í Eystursjónum at gera. Talan er um tveir samskiftiskaðlar.
Nú ynskir svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, at skipið kemur í svenska havn, soleiðis at tað kann kannast.
Hetta veit tiðindastovan, Reuters, at siga í morgun.
- Vit ynskja, at skipið kemur í svenskan sjógv, sigur svenski forsætisráðharrin við svensku ávísina, Expressen.
Yi Peng 3 liggur ankrað í Kattegat á áttanda degi og er undir illgruna fyri at hava eitt hvørt við tvey kaðalslit í Eystursjónum at gera.
Skipaferðsludátur vísa, at kinesiska skipið sigldi nærindis báðum kaðlunum, tá teir gjørdust óvirknir.
Svenska og finska løgreglan hava sett í verk kanningararbeiði at kaðalslitunum, og hetta eru kaðlar, sum liggja eftir havbotninum.
Hin eini kaðalin gongur millum Finnland og Týskland, og hin gongur millum Svøríki og Litava.