Vilja hava skil uppá hundaóskil

Hetta er ikki fyrstu ferð, at tey í Hvannasunds kommunu heita á hundaeigarar um at hava hundin í bandi - og at taka upp eftir hundinum.

- Vit fáa javnan áheitan frá borgarum í kommununi um trupulleikar við leysgangandi hundum, og at hundaeigarar ikki taka upp eftir hundunum.

 

Tað siga tey í Hvannasunds kommunu, og hetta er ikki fyrstu ferð, at kommunan kemur við einari slíkari fráboðan.

 

Í áheitan til sínar borgarar vísir kommunan til galdandi lóggávu, sum umrøður leysgangandi hundar.

 

Víst verður á, at her er talan um løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar, sum broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, grein 3.

 

Her verður sagt, at ikki er loyvt at hava hund gangandi leysan á gøtu, vegi, breyt ella øki., sum eru opin fyri vanligari ferðslu - uttan so, at hundurin er í bandi ella er við fólki, sum hevur fult tamarhald á honum. 

 

Lagt verður aftrat, at hundur kann ikki sigast at hava ein leiðara - bert tí, at hann er undir eftirliti frá ánarans húsum ella vinnustaði.

 

- Verður hundur havdur í bandi, skal bandið vera so stutt, at leiðarin hevur hann tætt inni at sær, stendur í galdandi lóg um hundar.

 

Í áheitanini hjá Hvannasunds kommunu verður heitt á hundaeigarar um at hava hundin í bandi og at taka upp eftir hundinum.