Virðið av norsku fiskiveiðini minkaði 15,6 prosent í fjør

Helmingurin av virðinum, sum norsk fiskifør landaðu í fjør, kom frá toskafiskiskapi, og næst størstu virðini komu frá upsafiskiskapi

 

Norsku fiskimenninir landaðu í fjør sína fiskiveiði í Noregi fyri slakar 8,5 milliardir krónur í okkara peningi.

 

- Hetta er ein minking í mun til árið fyri á umleið 15,6 prosent, veit Norges Råfisklag at siga í einari dagføring í dag, 2. januar 2025.

 

Tað er eisini Norges Råfisklag, sum eigur viðheftu mynd.

 

Norska krónan er lág; ein norskur hundraðkrónuseðil er í løtuni bert 63,24 danskar krónur, og tølini í hesum greinastubba eru í donskum krónum.

 

Hóast virðið av veiðini hjá norskum fiskiførum minkaði í fjør, vaks virðið av landaðu nøgdunum hjá útlendskum fiskiførum í Noregi í sama tíðarskeiði.

 

Landaðu nøgdirnar hjá útlendskum fiskiførum í Noregi í fjør høvdu eitt virði av 1,58 milliardum krónum, sum er ein vøkstur á 29 prosent í mun til 2023.

 

Hesi tøl eru eisini í donskum krónum.

Helmingurin av virðinum, sum norsk fiskifør landaðu í fjør, kom frá toskafiskiskapi, og næst størstu virðini vóru frá upsa, sum var 10 prosent av tí samlaða. 

 

Norges Råfisklag væntar, at við einari kvotuskerjing á toski fyri 2025 á fleiri enn 20 prosent, fer minkingin í veiðivirðinum at halda fram í 2025.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at tað framgongur ikki greitt, hvar makrelurin er í øllum hesum, men í uppgerðini verður sagt, at her er talan um tosk, hýsu, upsa, skeljadýr og aðra veiði.