Myndin er tilvildarlig.

Vita ikki hvør stjelur pengar í Haldórsvík

- Talan er um fleiri túsund krónur, sum fólk halda seg hava mist, sigur løgreglan.

Myndin er tilvildarlig.

Herfyri visti løgreglan at siga frá einum tilburði í Haldórsvík, har ein fremmandur maður var inni í einum húsum, tá maðurin, sum búði í húsunum, kom heim.

 

- Her var ein fremmandur maður inni, sum smoygdi sær á dyr, tá eigarin kom. Vit fóru norður við hundapatruljuni, og hundurin elti eina slóð, sum hann misti burtur við eina á.

 

Í byrjanini av hesum máli var ógreitt, um nakað var horvið úr húsinum. Men, seinni hevur løgreglan eisini fingið aðrar fráboðanir úr Haldórsvík, har fólk halda seg hava mist pengar.

 

- Sum vit hava skilt, er talan helst um fleiri túsund krónur tilsamans, sum fólk halda eru horvnar. Í fyrstani hildu fólk, at tey kanska høvdu forlagt peningin onkrastaðni í húsunum.

 

Løgreglan vísir á, at tá tað herfyri varð sagt frá tilburðinum, har ein fremmandur maður var inni í einum húsum, tá eigarin kom, eru onnur fólk í Haldórsvík farin at halda, at tey eisini hava mist pengar.

 

- Vit heita tískil á fólk, sum kunnu hava sæð okkurt, um at venda sær til okkara.

 

Lagt verður aftrat, at fólk hava ringt, men enn er málið ikki uppklárað. Tí vil løgreglan framvegis frætta, um onkur heldur seg hava sæð okkurt illgrunavert um hesar leiðir.

 

 

 


 

 

Myndin er tilvildarlig.