Loksins verður eitt tilboð sett á stovn til børn, sum vit áður hava sagt okkum ikki megna at taka okkum av. Børn, sum vit hava sent til eitt fremmant land, við fremmandum máli og øðrvísi mentan.
Landsstýrismaðurin í barnamálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur gjørt av at seta tilboð á stovn í Føroyum til hesi børnini. Eykajáttanin er til 1. viðgerð í Løgtinginum í dag, og væntandi er breið politisk undirtøka fyri hesum.
Tá trupulleikar fáa andlit
Hevur tú eina case? Tann spurningin havi eg óteljandi ferðir sett journalistum, tá tey hava lagt eina áhugaverda søgu fram á redaktiónsfundi í Kringvarpinum. Eina case, sum kann seta andlit á ein ítøkiligan trupulleika í samfelagnum. Tí søgan er sterkari, tá hon kemur frá einum veruligum menniskja enn úr hagtølum og almennum innlitum.
Tað er hetta málið eisini eitt dømi um.
Tað var ikki fyrr enn ein 15 ára gamal drongur, sum var ávegis av landinum ímóti sínum vilja, traðkaði fram alment og greiddi frá sínari støðu, at vit veruliga vaknaðu. Hann gjørdist case’in, sum fekk okkum at síggja veruligu avleiðingarnar av okkara gerðum. Ikki bara eitt anonymt tal í eini ársfrágreiðing, men eitt menniskja við kenslum, egnum vilja og við íbornum virði.
Vit fingu innlit í, hvussu hann, ímóti sínum vilja, ímóti tilmælunum frá fakkunnleikanum, sum eru Psykiatriin, Barnaverndartænastan og enntá Føroya Kærustovnur, bleiv uppsagdur á stovninum hann búði á í Føroyum, skuldi setast í eitt flogfar til Danmarkar og koyrast á ein stovn við einum ivasomum umdømi.
Hesin 15 ára gamli drongurin fekk leiklutin at stríðast fyri rættindunum hjá sær sjálvum og øllum hinum børnunum, sum vit senda og hava sent av landinum. Tað er ikki nøkur løtt uppgáva, og hon eigur als ikki at verða løgd á herðarnar á einum tannáringi, sum frammanundan hevur tað trupult. Men tað fall í hansara lut.
Takk fyri títt dirvi! Títt stríð er ikki til fánýtis.
Vitan og opinleiki
Fyri tveimum árum síðani, 16. november 2022, gjørdi eg fyri fyrstu ferð vart við, at vit senda okkara veikastu børn av landinum. Tað var í sambandi við løgtingsvalstríðið, at eg fekk innlit í hendan myrka blett í okkara samfelag – hóast ræðandi tølini hava ligið alment frammi í áravís á heimasíðuni hjá Barnaverndarstovuni.
Seinastu árini hava millum 5-7 børn árliga verið á stovni í Danmark. Børn, sum av einhvørjari orsøk ikki kunnu búgva saman við foreldrum sínum – og sum siga okkum ikki hava megnað at tikið okkum av í Føroyum. Men ongin hevur givið sær far um tey. Børnini hava ikki havt nakra rødd. Tey vóru bara enn eitt tal í eini frágreiðing.
Seinastu tvey árini hava fleiri av hesum børnunum, sum nú eru vorðin vaksin, vent sær til mín. Tey hava sagt mær sína søgu. Onnur hava eisini verið í miðlunum og greitt frá, hvussu tey hava verið fyri harðskapi, misnýtslu og øðrum ræðuleikum á stovnum og skúlum í Danmark, sum annars skuldu taka sær av hesum børnum, tí vit í Føroyum siga okkum ikki megna tað.
Somuleiðis takk til tykkum, sum fortelja tykkara søgur, so vit onnur fáa innlit, gerast klókari og kunnu taka betri avgerðir!
Tá søgan endurtekur seg
Fyri 50 árum síðani blivu danskarar við fysiskum breki og/ella menningartarni koyrdir á stovnar undir serforsorgini. Størsti bólkurin, tey við menningartarni, hoyrdi undir “Åndssvageforsorgen”, sum tað kallaðist tá. Bara orðið “åndsvag” er óbehagiligt at siga hart í dag.
Eisini føroyingar blivu sendir niður á stovn, tí ser- og “åndsvage”forsorgin í Føroyum var donsk. Hetta er ein myrkur blettur í okkara søgu. Vit vita, at hesi fólk hava verið fyri sviki og ágangi, og tað fingu tey eina almenna umbering fyri frá donsku stjórnini í fjør.
Í Føroyum tóku vit ábyrgd av hesum menniskjum fyri umleið 50 árum síðani. Vit fingu tey heim av donskum stovnum, tí vit blivu klókari og lærdu, at vit megna at taka okkum av teimum sjálvi.
Um 50 ár fara vit vónandi at hyggja aftur á dagin í dag, sum dagurin, tá vit tóku avgerð um, at vit eisini megna at taka okkum av okkara børnum og ungum. Dagurin, tá eisini tey fingu rætt til at vera ein partur av føroyska samfelagnum. Dagurin, tá tey fingu eitt andlit og eina rødd.
Vónandi verður hetta dagurin, tá vit siga ongantíð aftur!
Liljan Weihe
Tjóðveldi