Warhammer tiltak á Strondum

Sunnudagin 2. februar, frá kl. 11-22, verður bygdarhúsið á Strondum karmur um eitt stórt Warhammer tiltak, har kreativitetur og spæligleði eru í hásæti

Fyrireikararnir skriva at tiltakið er ókeypis og fyri øll, ið eru áhugað í Warhammer ella hava hug at forvitnast hvat Warhammer er.

 

Hermótið í Klaksvík, sum er ein Warhammer áhugabólkur í Klaksvík, stuðlar tiltakinum við máling, penslum og modellum, so tað er ein upplagdur møguleiki at royna síni listarligu evnir

Um tað er eitthvørt, ið tú ivast í, vera fólk til staðar, ið kunnu vegleiða, so tað er ikki at halda seg aftur.

 

Kundi tú hugsað tær at roynt eitt spæl? So eru vit so heppin, at Hermótið eisini hevur nakrar herar við, sum ger tað møguligt at royna seg ímóti vinfólki ella øðrum.

Har vera nógv fitt og vinalig fólk til staðar, sum eru klár at vegleiða tykkum í spælinum.

 

Tað ber eisini til at støkka inn á gólvið og forvitnast, ímeðan tit njóta ein góðan kaffimunn og eygleiða spælarar dystast ímóti hvørjum øðrum ella síggja, hvussu summi fáa modellir til lívs við sínum listarligu evnum.

 

Hildið verður á til kl. 22:00, og tað er møguligt at koma og fara júst sum tað passar.