Silja Strøm í Gamla Seglhúsinum

So er tað í dag, at listaframsýningin við verkum eftir listakvinnuni Silju Strøm letur upp í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.

 

Ferniseringin verður klokkan 15:00, og fer Hilmar Høgenni at røða.

 

Sissal Grækarisdóttir Magnussen og Sámal Lindenskov syrgja fyri tónleikinum.

 

Eisini verður okkurt leskandi og lættari ábit, umframt at tað verður møguleiki at heilsa upp á listakvinnuna sjálva eisini.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin, heilsa tey úr Gamla Seglhúsinum í Klaksvík.