Barnagarður og frítíðarskúli á Sandi lata aftur

Sands kommuna hevur søkt um undantak til at reingera læknamiðstøðina og til brandliðið, og umbønirnar eru játtaðar.

 

Í dag boðar Sands kommuna frá, at barnagarðurin á Sandi og frítíðarskúlin lata aftur týsdagin, hin 21. mai og so leingi, sum verkfallið varir.

 

Hetta er vegna íkomnu støðuna við verkfalli, sum merkir, at barnagarður og frítíðarskúli ikki vera vaskaðir.

 

Sands kommuna hevur søkt um undantak til at reingera læknamiðstøðina og til brandliðið, og umbønirnar eru játtaðar.

 

- Vit bera arbeiðarafeløgunum eina hjartans tøkk fyri tað, siga tey í Sands kommunu í dag.