Í hondbólti er risastórur munur á útivølli og heimavølli. Eitt tað besta dømið um tað er føroyska manslandsliðið í hondbólti, ið hevur vunnið átta av 10 heimadystum, men hevur tapt 11 teir seinastu útidystirnar. Í dag taptu Føroyar 32-35 (17-14) fyri Ukraina í Vilnius í EM-undankappingarbólki 6.
Kosovo sum tapti stórt fyri Føroyum 21-32 (9-13) fyri Føroyum í høllini á Hálsi farna hóskvøld, framdi í dag eitt bragd á heimavølli í Pristina móti bólkafavorittunum, Niðurlondum.
Kosovo megnaði javnleik 33-33 móti niðurlendsku favorittunum. Tá 40 minuttir vóru leiktir var Kosovo á odda 25-21, og í steðginum var Kosovo á odda 19-17.
Valon Dedaj var toppskjútti hjá Kosovo við átta málum. Rutger Ten Velde var toppskjútti hjá Niðurlondum við 12 málum.
Vit kunnu staðfesta, at Føroyar fáa tað torført í heksaketlinum í Pristina, tá okkara møta teimum 7. mai komandi ár. Stuðulin hjá heimafjøldini verður átøk henni okkara upplivdu í útidystinum móti Norðurmakedonia í HM-undankappingardystinum 12. mai.
Aftaná tvey umfør hava Niðurlond trý stig, Ukraina og Føroyar hava tvey stig hvør, og Kosovo hevur eitt stig. Hetta verður ein sera spennandi bólkur.
Føroyar møta Niðurlondum á heimavølli 12. mars, og á útivølli 15. mars. Føroyar spæla seinasta dystin á heimavølli í høllini við Tjarnir í Hoyvík 11. mai.