Kommunalur Grundøkis, Eigara- og Lutaíbúðar bíðilisti

 

 

Tórshavnar Kommuna, skal kunna veita innilokaðar íbúðir til tey sum koma at standa á Kommunala Íbúðarbíðilistanum sum eg ætli, at TK skal bjóða sínum borgarum, eins væl og tey byggibúnu kommunalu grundøkini hon er von at luta út.

 

Men fyrst skal gamli hátturin finnast framaftur, har borgarin stóð á einum bíðilista til eitt kommunalt grundøki í kommununi, og skal hesin bíðilisti framyvir eisini innhalda Eigaraíbúðar og Lutaíbúðar møguleikan, so at Tórshavnar kommuna eisini tænir teimum borgarum sum antin ikki megna at byggja nýggja sethús, ella bert hava áhuga fyri Eigara- ella Lutaíbúðar møguleikanum.

 

Eg meini at TK kann røkka júst hesum borgarum hennara, við at samantvinna hesar borgarir við byggifyritøku eftir einum kommunalum Íbúðarbíðilista, har vinnandi fyritøkan fær eina bundna hálvfabrikat byggiuppgávu (tá talan er um eigaraíbúð). Alt tilrættalagt av TK, har borgarin so sjálvur ger íbúð sína lidna innan, á sama hátt sum tey grundøkis tillutaðu gera hús sínu á einum kommunalt tilrættaløgdum grundøki. Við Lutaíbúðar møguleikanum, mugu eindirnar tó vera liðugt gjørdar.

 

Soleiðis tænir Tórshavnar kommuna eisini tí vaksandi tali av borgarum sum ikki megna at byggja nýggj sethús fyri 4-5 mió. 

 

 

 

Bogi í Gil, valevni hjá Fólkaflokkinum.