Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, sigur, at hann gav loyvi til álop móti Hizbollah-bipparar í Libanon.
Tað boðaði skrivstova hansara frá í dag, sambært tíðindastovuni AFP.
- Netanyahu hevur í dag váttað, at hann gav grønt ljós til virksemið við bipparunum í Libanon, sigur talsmaður hansara, Omer Dostri.
Álopið varð framt 17. september.
Her brustu túsundtals bipparar, sum hoyrdu til limir í hernaðarligu libanesisku rørsluni Hizbollah.
Dagin eftir vóru tað walkie-talkies, sum knappliga brustu. Tað hendi á marknaðarplássum, í bíðirøðum í hadlum, á gøtuni og við jarðarferðir fyri tey, sum vóru dripin dagin fyri í fyrstu álopsbylgjuni.
Í minsta lagi 39 doyðu og næstan 3000 fingu skaða.
Hizbollah og nógv onnur hava ákært Ísrael fyri at standa aftanfyri álopið og ávarað um hevnd. Men Ísrael hevur higartil ikki alment viðurkent at standa aftanfyri.
Síðani, í september, sendi Ísrael hermenn á jørðina í Suðurlibanon.
Tað hendir í eini roynd at steðga dagligu rakettálopunum móti Ísrael, sum Hizbollah stendur aftanfyri.
Síðani 7. oktober 2023, tá áhaldandi stríðið millum hernaðarligu palestinsku rørsluna Hamas og Ísrael brast á, hevur Hizbollah skotið rakettir móti Ísrael í samhuga við Hamas.
Ísrael hevur eisini framt loftálop móti einum fleiri málum í Libanon, serliga í sunnara útjaðaranum av høvuðsstaðnum, Beirutm har Hizbollah hevur virksemi.
Bara í dag eru í minsta lagi 53 fólk deyð í ísraelskum loftálopum móti ymsum støðum í Libanon. Tað boðar landsins heilsumálaráð frá.
Tilsamans eru næstan 3.200 fólk dripin í Libanon síðani í oktober í fjør.
Harumframt eru yvir ein millión fólk noydd at fara úr húsum sínum. Hetta svarar til meira enn sætta hvønn íbúgva í Libanon.
Á ísraelsku síðuni hevur kríggið millum Ísrael og Hizbollah kostað 70 mannalív.
/Ritzau/