Fleiri palestinsk mótmælisfólk eru handtikin í Amsterdam, eftir at hava brotið forboðið at mótmæla.
Hetta skrivar tíðindastovan AFP.
Forboðið varð kunngjørt, eftir at harðligir samanbrestir vóru fyrr í vikuni millum ísraelskar fótbóltsfjepparar og bólkar av monnum, sum sambært niðurlendskum myndugleikum framdu "hit-and-run" álop á fjeppararnar.
Fyrr á degnum staðfesti ein dómstólur í Amsterdam eitt mótmælisbann, sum borgarstjórin hevði givið.
Men kortini møttu fleiri hundrað mótmælisfólk upp á Dam-torginum í hollendska høvuðsstaðnum.
- Frítt Palestina, róptu tey sambært einum AFP-journalisti.
Seinnapartin gjørdi ófriðarløgreglan seg uppí. Tað gjørdu tey stutt eftir rættarúrskurðin um bannið.
Álopini eftir fótbóltsdystin hósdagin elvdu til, at fimm vórðu innløgd, men øll eru síðani útskrivað. 20 til 30 fjepparar fingu smávegis skaða.
Sambært løgregluni var støðan longu spent áðrenn hósdagin.
Ísraelsku fótbóltsfjeppararnir høvdu millum annað brent eitt palestinskt flagg á Damtorginum og vandaliserað ein hýruvogn, sigur løgreglustjórin í Amsterdam, Peter Holla.
Løgreglan hevur sagt, at undan álopunum vóru fleiri boð á sosialu miðlunum um at leypa á jødar.
Tað var niðurlendski aktivisturin Frank van der Linde, sum sunnudagin hevði søkt um skundloyvi at mótmæla á Damtorginum.
Tað gjørdi hann hóast forboðið frá borgarstjóranum, Femke Halsema, fríggjadagin.
Van der Linde vildi lutvíst mótmæla "fólkadrápi í Gaza, men eisini tí okkara rættur at mótmæla er tikin frá okkum", sigur hann, sambært hollendsku tíðindastovuni ANP.
Dysturin hósdagin var millum ísraelska fótbóltsfelagið Maccabi Tel Aviv og hollendska stórfelagið Ajax.
Ritzau/AFP