Bjartalíð og Brandur løgdu upp til málini hjá Fredrikstad í Bodø

Fredrikstad megnaði javnleik móti verandi meistarunum á útivølli

Jóannes Bjartalíð og Brandur Hendriksson áttu stóran lut, tá Fredrikstad á útivølli megnaði javnleik 2-2 móti verandi meistarunum, Bodø/Glimt á Aspmyra leikvøllinum í Bodø.

 

Jóannes sum spældi allan dystin legði við einum góðum frísparki upp til Stian Molde, ið legði Fredrikstad á odda 1-0 fimm minuttir undan steðginum. 

 

Í 75. minutti javnaði Patrick Berg fyri heimaliðið, og fýra minuttir gjørdi Stian Molde sjálvmál, og tá byrjaði at síggja svart út hjá Fredrikstad at fáa stig. 

 

Men tá klokkan vísti 89 minuttir legði Brandur upp við einari góðari sending inn í brotsteigin, tá Henrik Skogvold javnaði til 2-2. Brandur var komin á vøllin 11 minuttir frammanundan Fredrikstad javnaði til 2-2. 

 

Fredrikstad kann tó iðra seg eitt sindur. Miðskeiðis í seinna hálvleiki meðan Fredrikstad enn var á odda 1-0 fekk Bodø/Glimt Jostein Maurstad Gundersen vístan av vølli, og 10 minuttir seinni var heimaliðið við 10 monnum á vøllinum á odda 2-1.

 

Fredrikstad er nummar seks í deildini við 45 stigum. Teir eru fýra stig frá fjórða plássinum, ið gevur atgongd til Conference League komandi kappingarár. Fredrikstad hevur tó eina steypafinalu móti Molde í bakhondini. Tann dysturin verður leiktur 7. desember á Ullevaal leikvøllinum í Oslo. 

 

23. november spælir Fredrikstad næstseinasta dystin á heimavølli móti Ham-Kam, og teir spæla seinasta dystin í bestu deildini á útivølli 1. november móti Sandefjord.