Danskur floksstuðul til føroyskar flokkar: JA TAKK

Løgtingið vil hava danskan stuðul til føroyskar flokkar

Tað staðfesti Løgtingið sum vætnað, tá uppskotið var til aðru viðgerð í Løgtinginumm í dag. Talan er um um eitt ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar »Anordning omikrafttræden for Færøerne af partistøtteloven«, har mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar uppskot um ríkisstuðul til flokkarnar. Talan er um stuðul til flokkar, sum stilla upp til fólkatingsval. Ein lóg, sum hevur verið í gildi í út við 40 ár, men sum tey í Danmark eru komin eftir ongantíð er sett í gildi fyri Føroyar. So í so máta er talan bara um eina lítla rætting, so flokkarnir fáa teir pengar, teir annars hava havt rætt til.

Tjóðveldi hevur eisini tikið ímóti hesum pengum, men hevur boðað frá, at tey ikki hava søkt um pengarnar síðani 2015. 

Í uttanlandsnevndini stóðu fullveldisflokkarnir Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn saman um at mæla Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið, hóast Fólkaflokkurin sambært roknskapin fær hesar pengar.

Framsókn er einasti flokkur, sum ikki hevur rætt til danskan stuðul, tí flokkurin fekk ikki 1.000 atkvøður á seinasta fólkatingsvalið, sum er kravið fyri at fáa stuðul.

Uppskotið varð sum vænta samtykt við atkvøðunum hjá Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum. 17 atkvøður til samans, meðan Fólkaflokkurin, Tjóððveldi og Framsókn atkvøddu ímóti, 14 atkvøður. Teir tingmenn vóru ikki í tingsalinum, tá atkøvtt var, Sólvit Nolsø úr Framsókn og Uni Holm Johannesen úr Javnaðarflokkinum.

Soleiðis fullu atkvøðurnar:

##med2##

##med3##