Systkinabørnini skutu 15 mál í EHF European League í kvøld

THW Kiel og Flensburg-Handewitt vunnu, meðan Sävehof og Valur taptu

Tað gekk misjavnt hjá føroyingunum í EHF European League í kvøld.

 

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði seks mál upp á sjey málmøguleikar, og var næstbesti málskjúttan, tá hann og liðfelagarnir í THW Kiel á útivølli vunnu ein greiðan 35-26 (17-14) sigur á kroatiska liðnum, Nexe í bólki E.

 

Kiel er fremst í bólki E við seks stigum fyri tríggjar dystir. Vojvodina er nummar tvey við fýra stigum, meðan Nexe og Torrelavega hava eitt stig hvør.

 

Í bólki H gjørdist Óli Mittún toppskjútti hjá Sävehof við níggju málum upp á 11 málroyndir í útidystinum móti íslendska FH. Sävehof var á odda 18-15 í steðginum, men tað endaði við einum 34-30 sigri til FH.

 

Sävehof er aftast í bólkinum við ongum stigi aftaná tríggjar dystir. Gummersbach er fremst við seks stigum, Toulouse hevur fýra stig, og FH hevur tvey stig.

 

Í bólki F vóru Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali á útivølli fyri stórtapi 21-36 (10-17) móti oddaliðnum í týsku bundesliguni, MT Melsungen.

 

Allan skoraði trý mál upp á seks málroyndir. Illa skarst hjá Bjarna í kvøld, ið skoraði tvey mál upp á 10 málroyndir.

 

Valur er aftast í bólkinum við einum stigi. Melsungen er fremst við seks stigum, Porto hevur trý stig, og Vardar 1961 hevur tvey stig.

 

Jóhan á Plógv Hansen var ikki millum málskjúttarnar, tá Flensburg-Handewitt í heimadysti í bólki G vann stórsigur 44-27 (22-13) á Tatabanya.

 

Flensburg er fremst í bólkinum við seks stigum fyri tríggjar dystir. Tatabanya hevur fýra stig, Kervana hevur tvey stig, og aftast er Sesvete við ongum stigi.