Tórshavnar býráð vitjan úr Grønlandi

Trivnaðar- og arbeiðsmarknaðarnevndin í Kommuneqarfik Sermersooq er í hesum døgum á kunningarferð í Føroyum.

Fyrrapartin í dag vitjaðu tey á Ráðhúsinum. Heðin Mortensen, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin. Síðani legði heilsu- og umsorganarstjórin hjá Tórshavnar kommunu, Eyðfríð L. Jacobsen, fram. Hon greiddi millum annað frá, hvussu eldraøkið er skipað og hvørjar raðfestingar kommunan ger á hesum økinum.

 

Grønlendsku gestirnir vitjaðu eftir framløguna í Tilhaldinum í Tórsgøtu og síðani eisini Boðanesheimið, Tjarnargarð og Umlættingar- og rehabiliteringsdepilin URD.

 

##med2##

##med3##

##med4##