VIDEO: Síggj fýra vøkur mál hjá Eliasi í EHF European League

(Video) Síggj ein samandrátt frá dystinum Nexe-THW Kiel 26-35 (14-17)

YouTube rásin hjá Evropeiska hondbóltssambandinum, Eurohandball er hugtikin av avrikinum hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í kvøld.

 

Elias skoraði seks mál í 35-26 (17-14) útisigrinum hjá THW Kiel í bólki E í EHF European League.

 

Eurohandball hevur valt at vísa fýra mál hjá Eliasi í samandráttinum á YouTube. Øll málini eru vøkur, serliga tað fyrsta hjá Eliasi í samandráttinum, har Elias skorar við einum "bowlingskoti". 

 

Kiel er fremst í bólki E við seks stigum fyri tríggjar dystir.

 

HER ber til at síggja samandráttin við teimum fýra málunum hjá Eliasi:

 

##med2##