EH Aalborg er nú millum átta tey fremstu liðini

Tað eydnaðist Anniku F. Petersen, Lív S. Poulsen og liðfeløgunum í EH Aalborg at vinna á Aarhus

Í kvøld leiktu Annika Fríðheim Petersen, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen og liðfelagarnir í EH Aalborg dyst á heimavølli móti Aarhus í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Tað eydnaðist EH Aalborg at vinna ein greiðan 33-27 sigur. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og var heimaliðið bert á odda 14-13 í steðginum. 

 

Kappingarneytin hjá Anniku, Johanne Graaugaard vardi málið hjá EH Aalborg størra partin av dystinum, men Annika tók av tá hon fekk møguleikan í seinna hálvleiki.

 

Annika bjargaði sjey av 11 málroyndum, ið svarar til eitt bjargingarprosent sum er 63,64 prosent. Johanne Graugaard bjargaði níggju av 27 málroyndum (33,33 prosent).

 

Lív var noterað fyri eitt mál í dystinum.

 

EH Aalborg er nú á týðandi áttanda plássinum í deildini við seks stigum. Átta tey fremstu liðini aftaná lokið grundspæl vinna seg víðari til endaspælið.