European Cup: H71 var eitt mál frá víðari luttøku

H71 vann sjeymálssigur á PAOK, men tað var samanlagt ikki nóg mikið

H71-kvinnurnar framdu eitt roysnið í seinna European Cup dystinum móti PAOK.

 

H71 vann í kvøld 30-23 á grikska liðnum. H71 var á odda 30-22, og høvdu tær skorað til 31-22 vóru tær samlað víðari.

 

Men PAOK megnaði at minka um munin til 30-23, og tað var akkurát nokk hjá grikska liðnum. PAOK vann fyrra dystin 31-23 (17-10) í tí fyrra dystinum, og tí vann PAOK ein samlaðan 54-53 sigur, og vinnur seg víðari í kappingini.

 

Staðfestast má, at fyrri hálvleikurin í fyrra dystinum, har H71 var aftanfyri 10-17 í steðginum kostaði dýrt í samlaða roknskapinum.

 

Í dystinum í kvøld var H71 bara á odda 15-14 í steðginum, so tað lá væl fyri hjá H71 í seinna hálvleiki. Tað var bara akkurát ikki nóg mikið.

 

Málskjúttar: Anna Elisabeth H. Weyhe 7/10, Christina Arge 5/8, Maria H. Weyhe 4/5, Karina D. Heinesen 4/6, Elsa Egholm 3/5, Karin Egholm 3/5, Brynhild Pálsdóttir 2/3, Lukka Arge 1/1, Lea Sesilia Brockie 1/2.

 

Bjargingar: Alda av Skarði 7/20 (35 %), Rúna J. Larsen 1/11 (9,1 %)