Lógvabrestir á tíðindafundinum

Manslandsliðið: Tíðindafólkini klappaðu, tá Eyðun Klakstein ynskti teimum til lukku

Eyðun Klakstein hevur nú greitt sína uppgávu sum fyribilslandsliðsvenjari. Høvðusmálið var at sleppa undan niðurflyting og eydnaðist við sigrinum í Armenia. Við sigrinum birtist ein vón um flyta upp í deild B.

 

Hetta bleiv ikki, tí Føroyar taptu í dag móti Norðurmakedónia, meðan Armenia vann móti Lettlandi og fór avstað við 2. plássinum. Hetta var annar og seinasti dysturin eftir hesi avtaluni við Eyðuni Klakstein við róðrið.

 

Hann endaði tíðindafundin í Norðurmakedónia við at ynskja norðurmakedónum til lukku við sigrinum, og rósti teimum fyri avrikið. Hann vísti undan dystinum á, at allir dystirnir í bólkinum hava verið javnir og tí hava lyklaspælararnir hjá Norðurmakedónia verið avgerandi, tí liðið hevur vunnið allar uttan ein dyst.

 

Tá Eyðun Klakstein var liðugur at ynskja norðurmakedónum til lukku, fóru allar journalistarnir at klappa. Teimum dámdi væl, at venjarin hjá mótstøðuliðnum rósti teimum. Norðurmakedónia vann bólkin við 16 stigum. Armenia fekk sjey stig, Føroyar fingu seks stig, meðan Lettland endaði aftast við fýra stigum.

 

##ms##