Eyðun: Gunnar skal ikki biðja um umbering

Manslandsliðið: Eyðun Klakstein ynskir ikki nakra umbering frá Gunnari Vatnhamar

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)

Føroyska manslandsliðið tapti í dag 1-0 móti Norðurmkedónia í seinasta Nations League dystinum á hesum sinni. Úrslitið merkir, at Føroyar enda á triðja plássi í bólkinum.

 

Á tíðindafundinum aftaná dystin spurdi ein útlendskur journalistur, um Eyðun Klakstein vænti at fáa eina umbering frá Gunnari Vatnhamar.

 

- Nei, eg haldi ikki at Gunnar hevur nakað at umbera fyri. Hann var kanska besti maður, tá vit tryggjaðu plássið við at vinna í Armenia. Hann er ein góður verjuspælari, men tú kemur altíð at gera okkurt mistak. Tíverri kom tað í dag og endar við at verða avgerandi. Gunnar er keddastur av øllum sjálvur, segði Eyðun Klakstein.

 

Gunnar Vatnhamar greiddi í mixed zone frá, at hann bólkaði hetta meira sum eina tekniska villu, tí verjan stóð upp á pláss.

 

Føroyar enda á triðja plássið við seks stigum. Norðurmakedónia vann bólkin við við 16 stigum og setti bara stig til móti Føroyum á Tórsvølli. Armenia bleiv nummar tvey við sjey stigum og skal spæla play-off um at flyta upp. Lettlandi endaði aftast og fekk øll fýra stigni móti Føroyum.

 

##ms##

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF)