Landsliðsleikarin, Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand spældu í kvøld dyst í bestu norsku hondbóltsdeildini á heimavølli í Aquarama høllini í Kristiansand. Dysturin var móti Sandnes.
Tað eydnaðist Kristiansand at vinna dystin 32-29. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-14.
Tróndu skoraði tvey mál og legði upp til eitt mál (assist).
Kristiansand er nummar sjey í deildini við 10 stigum fyri 10 dystir. Tað alt avgerandi hjá Tróndi og liðfeløgunum er at enda millum átta tey ovastu liðini aftaná lokið endaspæl, so teir vinna seg í endaspælið.
Komandi sunnudag klokkan 17 hevur Kristiansand torføran útidyst móti toppliðnum, Kolstad.