Veðurstovan hevur ávarað um vatnflóð, skriðulop og risa aldu í sambandi við ódnina.
Meira enn 1,2 milliónir fólk eru farin úr húsum sínum, áðrenn ódnin kemur.
Man-yi hevur eina vindferð upp á 185 kilometrar um tíman og hevur nógv regn við sær.
Á oynni Luzon búgva bæði høvuðsstaðurin Manila og størsti býurin á Filipsoyggjunum, Quezon.
Ódnin hevur gjørt landgongd longur norðuri, í Aurora-økinum, og fer væntandi at halda fram norðanfyri.
Tað er sættu ferð í mánað, at Filipsoyggjarnar eru raktar av ódnarveðri.
Í minsta lagi 163 fólk eru deyð og fleiri túsund hava mist hús og heim.
Ritzau/AFP