Tvey føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í dag.
Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ hava framvegis fullan pott aftaná átta teir fyrstu dystirnar í hesum kappingarárinum.
Í dag vann HØJ greiðan 32-23 sigur á DHG á útivølli. Í fyrra hálvleiki var heimaliðið betri við, og í steðginum var HØJ bert á odda 12-10.
HØJ hevur 16 stig fyri átta dystir. Tær eru fimm stig frammanfyri nummar tvey, Holstbro sum saman við Ajax hevur 11 stig.
Ajax uttan Lív og Vár Zachariassen tapti ígjár 25-30 (13-14) fyri Holstebro á útivølli.
Bjørk F. Joensen og liðfelagarnir í Randers taptu í dag á heimavølli 26-29 fyri Gudme. Í fyrra hálvleiki gekk stak illa hjá Randers, ið var aftanfyri 11-18 í steðginum.
Bjørk skoraði trý mál.
Randers er aftast í deildini við fýra stigum.
##med2##