Føroyska manslandsliðið setur í morgin punktum fyri 2024 við Nations League dysti móti Norðurmakedónia á risastóra Toše Proeski leikvøllinum í Skopje.
Tíðliga seinnapartin var tíðindafundur og venjing hjá føroyska liðnum. Eyðun Klakstein, fyribilsvenjari, segði á tíðindafundinum, at hann væntar at gera fleiri broytingar. Ikki tí spælarar spældu seg av liðnum í Armenia, men tí tað má nýggj orka inn á liðið.
Tað bleiv hildið eygað við Teit M. Gestsson og Hall Hansson til venjingina. Teitur vandi ikki og væntast ikki at standa í mál í morgin, meðan Hallur Hansson er ivasmur við einum priki í tjúkkanum.
Hans Erik Danielsen, miðlamaður hjá Fótbóltssambandinum, tók hesar myndirnar til venjingina í dag. Føroyar spæla móti Norðurmakedónia í morgin klokkan 14.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##