- Hetta er eitt stórt stadion, segði Petur Knudsen, tá hann traðkaði inn á Toše Proeski leikvøllin í Norðurmakedónia.
Leikvøllurin er frá 1947, men bleiv umbygdur til Super Cup finaluna í 2017, sum var millum Manchester United og Real Madrid. Toše Proeski leikvøllurin tekur um 33 túsund áskoðarar, men kenslan tá tú stendur á vøllinum er, at hetta er ein leikvøllur við minst tvífalt so nógvum áskoðarum.
Tað hevur ikki eydnast Peturi Knudsen at fáa sítt gjøgnumbrot á landsliðnum, men sjálváltinum bilar ikki. Runavíkingurin hevur havt eitt gott kappingarár, men tað kann eisini verða ein munur á leiklutunum. Hjá NSÍ er hann vinstri vongur, meðan hann helst verður áleypari í morgin.
- Eg havi leingi sagt, at eg haldi at eg burdi byrjað inni. Um ikki hvørja ferð, so oftani. Eg kann spæla øll tey fremstu plássini, men tað er sjálvandi øðrvísi at spæla við NSÍ enn á landsliðnum. Um tað er á vonginum ella á fremta plássi, so skal tú verja nógv, men eg er ein spælari, ið skal hava bóltin í føturnar og tað helst á hálvuni hjá mótstøðuliðnum, sigur ein sannførdur Petur Knudsen.
Hann hevur skorað eitt mál í 18 landsdystum. Tað til 1-0 móti Estlandi í Baltic Cup í summar. Føroyar taptu 4-1. Hann hevur havt onkrar aðrar møguleikar, men hann er sannførdur um, at málini koma.
- Eg eri komin til málmøguleikar ella hava lagt upp til møguleikar í hvøjrum dysti, sum eg havi spælt. So leingi tú fær kjansin, so kemur tað. Tað hevur nógv at siga fyri mín spælistíl, at eg skal hava eitt upplegg ella mál, men tað kemur. Nú vóni eg bara at tað kemur í morgin, sigur Petur Knudsen.
Fortreytingar hjá føroyingunum eru nógv broyttar síðani venjaraskiftið. Føroyar vóru aftast og í niðurflytingarvanda, men við sigrinum á Armenia hava Føroyar tryggjað sær plássið og kunnu vinna sær annað plássið og sleppa at spæla play-off dyst um at koma upp í B-deildina.
- Tað er ein øgiligur kontrastur. Frá at stemningurin var eitt sindur dapur til at vit kunnu flyta upp. Alt var eitt sindur pressað og tað skilja vit væl Nú standa vit her og hava víst, at vit kunnu kempa og vinna, sjálvt um spælið ikki var gott. Eg hevði til eina og hvørja tíð valt at vinna 1-0 og hava eitt skot, enn at tapa og hava 20 skot, sigur Petur Knudsen, ið ætlar sær at vinna dystin í morgin.
Føroyar spæla móti Norðurmakedónia í morgin klokkan 14. Við seks stigum hevur Føroyar tvey stig fleiri enn Armenia og Lettland, nú vit møta greiða vinnaranum í bólkinum. Klára Føroyar at halda seg frammanfyri tvey bæði londini, so skulu Føroyar spæla play-off í mars mánaði um at koma upp í deild B.
##ms##