Norðurlandaráðið letur fimm virðislønir árliga

Virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum skulu vera við til at varpa ljós á tætta samstarvið millum Norðurlond.

Bókmentavirðislønina í fjør fekk svenska Johonna Rubin Dranger Mynd: Terje Pedersen/NTB/Ritzau Scanpix

Í kvøld verða virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum handaðar í Reykjavík í Íslandi.

Fimm virðislønir verða latnar á hvørjum ári; barna- og ungdómsbókmentavirðisløn, umhvørvisvirðisløn, tónleikavirðisløn, filmsvirðisløn og bókmentavirðisløn.

Les meira um tær fimm virðislønirnar niðanfyri:

* Bókmentavirðislønin er tann elsta og varð latin fyrstu ferð í 1962. Trý ár seinni kom tónleikavirðislønin afturat.

* Umhvørvisvirðislønin varð latin fyrstu ferð í 1995. Filmsvirðislønin varð innførd í 2002 og í 2013 varð Barna- og ungdómsbókmentavirðislønin latin á fyrsta sinni.

* Við hvørjari av teimum fimm virðislønunum fylgja 300.000 danskar krónur og standmyndin Nordlys.

* Í Norðurlandaráðnum eru limir úr Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi, Finnlandi, Føroyum, Grønlandi og Álandi.

* Tilnevndu og vinnarin verða valdir av fimm virðislønarnevndum.

* Í hvørjari nevnd eru ein ella fleiri limir úr hvørjum av Norðurlondunum. Í summum nevndum eru eisini limir úr sjálvstýrandi økjunum, Føroyum, Grønlandi og Álandi.

* Endamálið við mentanarvirðislønunum er at økja um áhugan fyri bókmentum, máli, filmi og tónleiki í Norðurlondum.

Kelda: Norðurlandaráðið.

 

/Ritzau/

 

 

Bókmentavirðislønina í fjør fekk svenska Johonna Rubin Dranger Mynd: Terje Pedersen/NTB/Ritzau Scanpix