Putin er lendur í Kina

Undir vitjanini skal russiski forsetin eitt nú hitta kinesiska forsetan, Xi Jinping.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, er lendur í Kina, har hann verður á vitjan í tveir dagar.

 

Undir vitjanini skal russiski forsetin eitt nú hitta kinesiska forsetan, Xi Jinping.

 

Tað upplýsir alment russiskt sjónvarp sambært tíðindastovuni, AFP.

 

Vitjanin í Kina er hin fyrsta hjá russiska forsetanum, síðan hann í mars í ár formelt varð tilnevndur til enn eitt skeið sum forseti.