Fýra bilførarar spældu sær av við koyrikortið

Tveir koyrdu ávirkaðir av rúsdrekka og tveir av rúsevnum – og tveir koyrdu uttan koyrikort.

Vakthavandi á politistøðini greiðir frá, at nógv fólk var í býnum í nátt um tað mundið, tá skeinkistøðini stongdu. Veðrið hevur sína ávirkan, og í nátt var gott vetrarveður, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Í gjárkvøldið umleið klokkan 22 var ein bilur steðgaður í Havn, har bilførarin varð skuldsettur fyri narkokoyring. Um midnáttarleitið var ein bilur steðgaður í Vágum. Tað vísti seg, at bilførarin als ikki hevði koyrikort, so tað fær hann 5.000 krónur í bót fyri.

Í Vágum tók løgreglan eisini ein persón við hassji uppi á sær. Talan var lítla nøgd av hassji, sum verður mett at verða til egna nýtslu. Tá verður bótin alt aftir, hvussu nógv hass talan er um, tað verður avgjørt, tá løgreglan hevur vigað hassjið.

Stutt fyri klokkan 3 í nátt var ein bilur steðgaður í Havn, har bilførarin varð skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Og eina løtu seinni var aftur ein bilur steðgaður í Havn, og har var aftur talan um ein førara uttan koyrikort, sum eisini fær 5.000 krónur í bót.

Í nátt fekk løgreglan eisini eina fráboðan um herverk í Tórshøll í Havn, har ein gestur hevði gjørt skaða á ein vegg. Løgreglan veit, hvør hevur framt herverkið.

Løgregla hevur í nátt eisini gjørt vertshúskanningar ymsastaðni, men har var einki at seta fingurin á, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn í morgun.