Sandoyingar siga bums nei

Ongin Suðuroyartunnil gjøgnum Djúpadal norðan fyri Skarvanes, men tunnilin skal leggjast undir bygdini og koma upp Inni í Dal nærhendis Meginskúlan. Hetta var borgarafundurin á Sandi samdur um.

Stúgvandi fult av fólki var samankomið á kommunuskrivstovuni á Sandi í kvøld, tá støða skuldi takast til, hvat kommunan skal svara til ætlaninar um at lata Suðuroyartunnilin koma upp í Djúpadali norðanvert Skarvanes og vegaføringin síðan leggjast antin gjøgnum býlingin Traðir ella eftir slættlendinum niðri á Sandi og niðan gjøgnum bygdina.

 

- Uttan mun til hvørja loysn vit velja av hesum, verður bygdin deild í tvey, og hetta kann als ikki góðtakast. Her verður talan um ein eystara og ein vestara áarbakka, segði fráfarandi borgarstjórin Heri Sverrason.

 

Alternativ loysn

 

Jón Sigurðson, sum er stjóri á Articon og ættaður úr Trøðum og Húsavík og hevur verið við í fleiri tunnilsverkætlanum, legði saman við øðrum fram eina alternativa linjuføring av tunnlinum, sum at kalla ongin prísmunur var á og sum var eins trygg og vegaføringin hjá tunnilsfelagnum.

 

Høvuðshugskotið við alternativu loysnini er at leggja tunnilin soleiðis, at hann kemur á land vestanfyri havnalagið Úti í Støð, heldur fram undir bygdini Undir Ryggi og kemur út innan fyri Múlan, nærhendis Meginskúlanum.

 

– Hendan ætlanin dýrkar ikki verkætlanina nevniverdugt. Við einum teymi upp í Skúvoy og hesi vegaføringini, tosa vit kanska um einar 200 milliónir meira í eini verkætlan upp á fimm milliardir og tað er júst tað, vit hava við at gera. Tað hevur týdning fyri hesa verkætlan, at vit eisini taka Skúvoynna við, tí tað kann geva eitt positivt úrslit uppá kostnaðin, at eisini ber til at arbeiða úr Skúvoy, sigur Jón Sigurðson

 

Djúpidalur ber ikki til

 

Ætlanin hjá Tunnilsfelagnum at lata tunnilin koma upp í Djúpadali, fær hvassa mótstøðu í Sandoynni. Hetta kemst av, at talan er um rættuliga viðkvamt øki framvið Stóravatni og ein 16 metra breiður vegur fer fullkomiliga at oyðileggja umhvørvið har á leiðini.

 

Sama er við vegaføringini gjøgnum Traðir ella eftir Sandáfløttinum. Sum fráfarandi borgarstjórin segði, har hann vísti til lesararbræv frá Eyðun Viderø, at gleðin hjá suðuroyingum mátti ikki geva sandoyingum eitt ólekiligt sár.