Talan var um tveir bilførarar, sum í tveimum ymsum førum vórðu tiknir fyri at koyra bil uttan at hava koyrikort. Og tað er dýrt.
Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at bótin, tá tú verður tikin fyrstu ferð fyri at koyra bil uttan at hava koyrikort, er 5.000 krónur. Síðani veksur bótin til 6.000 krónur aðru ferð og 7.500 krónur triðju ferð, fjórðu ferð 10.000 og fimtu ferð verður tað revsað við fongsling.