Til Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen

 

 

Skannarin er ein nýggj, kærkomin grein á føroyska miðlatrænum.

 

Vertir eru Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen. Í nýggjastu útgávuni tosa tey m.a. um, at tað gongur alt ov leingi áðrenn fólk verða dømd í rættarskipanini, og bæði siga sum við ein munn, at ”har má ruddast upp”.

 

Tey hava áðrenn tað nevnt ymist, sum valevni til fólkatingið hava lovað, og sum er av tí meira popputa endanum. Kanska mest til at grína at. Tey nevna psykolog-málið hjá Tjóðveldinum og X-faktor-málið hjá sambandinum.

 

Bíðitíðin í rættarskipanini er hinvegin eitt mál, sum eigur at verða tikið upp. Tað er jú brot á prinsippini, sum eitt rættarsamfelag eigur at byggja á.

 

”Hatta kundi fólkatingsvalevnini tikið upp”, sigur Brynhild.

 

Tí hevur hon rætt í.

 

Og tað hevur Javnaðarflokkurin sanniliga eisini gjørt.

 

Eg havi sum fólkatingsmaður tosað við nógv fólk, sum eru komin illa fyri av hesi bíðitíðini. Eg havi, við støði í teirra royndum, reist málið í eini røð av spurningum til stjórnina.

 

Eg havi eisini sett tað á skrá sum eitt serstakt orðaskifti á Fólkatingi.

 

Og eg havi eisini orðað eina viðtøku, sum áleggur stjórnini áhaldandi at virka fyri at fáa stytt tíðinar frá skuldseting til dóm. Viðtøkan bleiv samtykt.

 

Her er leinki til mínar talur undir hesi viðgerð