Trump Force One fekk serstakt loyvi at lenda í Nuuk

Flogfarið við Donald Trump Jr. hevði í útgangsstøðinum ikki loyvi at lenda í grønlendska høvuðsstaðnum, men ein loysn fekst í lag

Tað var týsdagin, at flogfarið - Trump Force One, sum er eitt Boeing 757-200 flogfar - lendi í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk við Donald Trump Jr. 

 

Sermitsiaq veit at siga, at tá Trafikstyrelsen góðkendi nýggju floghavnina í Nuuk beint fyri upplating hin 28. juni, var tað við nøkrum serligum treytum, sum floghavnin skal halda seg til.

 

Ein av treytunum er, at bert flogfør hjá Air Greenland, umframt feløg, sum flúgva fyri Air Greenland og Icelandair, kunnu flúgva ferðafólk til Nuuk.

 

Tað hevur tískil undrað onkran, hvussu flogfarið hjá Trump-familjuni kundi flúgva túrin úr Florida til Grønlands og lenda í Nuuk.

 

- Tað er her, at tað vísir seg, at myndugleikarnir hava gjørt eitt undantak fyri reglunum, veit Sermitsiaq at siga.

 

Heimasíðan sigur, at Trafikstyrelsen eftir áheitan frá Greenland Airport hevði givið eitt serligt loyv til, at tvey flogfør við amerikonskum ferðafólkum kundu brúka floghavnina í Nuuk.

 

Hetta upplýsir skrivstovuleiðarin hjá Trafikstyrelsen, Henrik Ellermann, yvirfyri grønlendsku heimasíðuni.

 

Men, hetta var tó ikki fyrstu fer, at undantak eru givin til privatflogfør. Tíðliga á morgni hin 20. desember fór hvalaaktivisturin, Paul Watson, eisini úr Grønlandi við privat flogfari, váttar Greenland Airport.

 

Tað hevði týdning fyri aktivistin, at ongar millumlendingar vóru á ferðini úr Grønlandi til París, hevur verji hansara sagt.

 

Trafikstyrelsen leggur aftrat, at smærri flogfør, sum ikki flúgva við ferðafólki í fastari flúgving, eisini kunnu brúka floghavnina í Nuuk.