Tingmaður spyr um effektiva nýtslu av MR-skannarum

Landsstýriskvinnan í heilsumálum skal greiða frá royndunum við tveimum MR skannarum

Tað er løgtingsmaðurin Eirikur í Jákupsstovu, sum hevur sett Súsonnu Bertholdsen, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein grein 52a fyrispurning um skanningar. 

Ítøkiliga spyr hann soleiðis:

1. Hvørjar eru royndirnar hjá sjúkrahúsverkinum at skipa og nýta MRskannararnar, nú verkið hevur ræði á tveimum slíkum skannarum, herundir eisini við atliti til at gera skanningar í Føroyum, sum ikki hava verið gjørdar her áður?

2. Hvussu er ætlaða býtið millum nýtslu av teimum báðum MR-skannarunum hjá sjúkrahúsverkinum?

3. Eru nøkur sløg av skanningum, sum betur kunnu gerast í eldra MRskannaranum hjá sjúkrahúsverkinum enn í nýggjara skannaranum?

4. Er tað fíggjarliga og heilsuliga skynsamt, um mann framhaldandi brúkar eldra skannaran út á kvøldarnar, tá samlaði skannimøguleikin í øllum førum er tvífaldaður?

Í viðmerking til spurningin vísir Eirikur í Jákupsstovu á, at nú hevur sjúkrahúsverkið í eina tíð havt ræði á tveimum ymiskum MR-skannarum, og at tað tí hevði verið áhugavert at frætt, hvussu hetta hevur betrað um møguleikarnar hjá okkara heilsuverki, og um ein ætlan er løgd um, hvussu mann áhaldandi hevur eina skynsama nýtslu av tólum og arbeiðsmegi hjá sjúkrahúsverkinum.

– Fyri nøkrum árum síðan var frammi, at tað varð skilagott og neyðugt at brúka tá einasta MR-skannaran uttan fyri vanliga arbeiðstíð, eisini fyri at bíðirøðirnar ikki skuldu gerast ov langar. 

– At ein skannari er komin afturat kann hugsast at hava broytt hesar fyritreytirnar nakað, sigur Eirikur í Jákupsstovu.

Landsstýriskvinnan hevur tvær vikur at svara fyrispurninginum.